Logo

DEKKSØLAN.FO

Handilstreytir

Kontaktoplýsingar

Dekksølan.fo / Sp/f Dekksølan
Geilin 7, 900 Vágur
V-tal: 511870
📧 dekksolan@dekk.nu
🌐 https://dekksolan.fo

Handilsstreytir

Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú Dekksøluni at taka upphæddina av kontu tínari. Samskiftið er krypterað, soleiðis at hvørki hesin nethandilin ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á tínum kortupplýsingum.

Um ikki annað er avtalað, verður upphæddin trekt av konto hjá kunda, tá vøran verður send ella avheintað.

Persónspolitikkur

Dekksølan verjir persónligar upplýsingar, sum vit fáa frá tær. Keypir tú vøru umvegis heimasíðuna, nýta vit bert upplýsingar frá tær til at avgreiða tína bílegging.

Vit geva ikki persónligar upplýsingar, so sum tín teldubrævbústað, til triðja part.

Iðranarrættur

Um tú iðrar teg um keypið innan 14 dagar, afturgjalda vit fullan prís fyri vøruna, treytað av, at vøran ikki er pakkað út / er í upprunapakkitilfari. Kundin skal sjálvur syrgja fyri / rinda fyri at fáa vøruna aftur til okkum. Hetta er bert galdandi fyri vørur bílagdar beinleiðis gjøgnum heimasíðuna dekksolan.fo

Leveringstreytir

Um vit eiga allar bíløgdu vørurnar á goymslu, er vanliga levering innan 2-4 yrkisdagar. Um onkur vøra má bíleggjast frá fjargoymsluni, er levering vanliga innan 10-14 yrkisdagar.

Vit royna okkara besta fyri at pakka og senda sama dag sum bíleggingin verður framd. Og annars verður tað fyrst komandi yrkadagur. Síðani verður pakkin leveraður á ynskta hátt.

Tveir leveringsmøguleikar eru:

  • 1. Avheinta hjá Bryggjan 9:
    Velur tú at avheinta hjá í Vági, fært tú eini boð við SMS tá pakkin er klárur at avheinta á Bryggjan 9, 900 Vágur.
  • 2. Senda við Posta:
    Posta levera pakkar til dyrnar runt alt landið frá manadag til fríggjadag. Eyka gjald kemur á ordran fyri hesa leveringsloysn. Prísir síggjast á www.posta.fo

Tænastutreytir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

Allar vørur eru ogn hjá Sp/f Dekksølan inntil vøran er fult goldin.

Gjalding

Til ber at gjalda við Mastercard og Visakort, ella til bankakontu upplýst við bílegging.

Heimasíðan brúkar eitt SSL certificat sum tryggjar at tínir upplýsingar eru tryggir og data er bronglað.

Fyri upphæddir yvir 225 kr. er neyðugt at brúka 3D Secure sum merkir at keypið skal váttast við SMS kotu.