Dekksølan.fo

Ofta Sett Spurningar (OSS)

  • á síðuni   HEIM  ella DEKKSHOP kanst byrja við at innseta DEKK Stødd, DEKK Slag ella slag av bili.
  • Tú fært nøkur dekk at velja ímillum. 
  • Um tú tørvar at viðka leitingina, so fært tú fleiri møguleikar at finna akra dekkið, sum tú skalt brúka. Við dekkinum fært tú ein meting af leveringstíðini.
  • Tú brúkar knappin bílegg, 
  • í Kurvini, kanst tú áseta, um tú skalt hava fleiri dekk
  • Innset so navn, bústað osv.
  • Vit móttaka bíleggingina og venda aftur við einari váttan
  • Og tú mást síðani gjalda fyri bíløgdu dekkini.

Sambært Føroya Politi og kunngerð nr. 59 frá 5. mai 2021 eru hesi krøv galdandi:

  • Píkadekk: Mega nýtast í tíðarskeiðnum frá 16. oktober til og við 14. mai.
  • Sama dekk-typa: Á persónbilum (undir 3500 kg) skulu øll 4 dekkini vera av somu typu (t.d. 4 summardekk, 4 píkadekk ella 4 heilársdekk).
  • Vetrarhálka: Frá 1. desembri til 1. apríl eru summardekk forboðin, um hálka er (uttan so at ketur verða brúktar).
  • Mynsturdýpd:
    • Í hálku (vetrarskeið): Minst 3,0 mm.
    • Vanligu krøv (summar): Minst 1,6 mm.

Hvør selur bílig vetrardekk í Føroyum?

Dekksølan í Vági bjóðar eitt breitt úrval av bíligum vetrardekkum til allar bilar í Føroyum. Vit hava altíð góð tilboð uppá góðskudekk, sum hóska til føroyska veturin.

Hvat fyri dekk hóska til føroyskt veður?

Í Føroyum er umráðandi við dekkum, sum hava gott greip á vátum vegi. Vit ráðgeva tær at velja dekk við góðum 'Wet Grip' rating (A ella B) fyri bestu trygdina.

Nær skal man skifta til vetrardekk í Føroyum?

Vanliga verður mælt til at skifta til vetrardekk, tá hitin fer niður um 7 stig (helst millum oktober og mai). Hjá Dekksøluni í Suðuroy hjálpa vit tær fegin við dækkskiftinum.

Hvar kann eg keypa dekk í Suðuroy?

Tú kanst keypa dekk hjá Dekksøluni á Bryggjuni 9 í Vági. Vit hava daggamlar prísir og skjóta levering í allari Suðuroynni og restini av Føroyum.

Ein dekkstødd sum eitt nú 235/35 R19 skal lesast soleiðis:
  • 235: Breiddin á dekkinum í millimetrum (mm).
  • 35: Profilurin ella hæddin á dekkinum í prosentum av breiddini. Her er hæddin 35% av 235 mm.
  • R: Stendur fyri Radial (mátin dekkið er uppbygt uppá).
  • 19: Tvørmát á felgunini víst í tummum (inches).

Summardekk: Gjørd til hitastig yvir 7 gradir. Gummið er harðari og heldur væl á turrum og vátum vegi um summarið.

Vetrardekk: Ment til kulda og hálku. Tey hava lamellur (smáar skurðir), ið bita seg fast í kava og ís. Gummið holdur seg bleytt í kulda.

Heilársdekk: Ein miðalveugur. Tey rigga ágætt alt árið, men eru ongantíð líka góð sum sergjørd dekk (summar/vetur), tá tað veruliga ræður um trygd og stytsta bremsibreyt.

Vit býta dekkini upp í bólkar fyri at gera tað lættari:
  • Premium: Heimsins bestu merki (t.d. Continental, Michelin). Hægst trygd, minst larmur og longst livitíð.
  • Quality: Góð miðal-merki sum t.d. FALKEN, Hankook og Kumho. Her fært tú ótrúliga nógv fyri pengarnar.
  • Budget: Bíligastu dekkini. Rigga væl til fólk, ið koyra minni ella ynskja tað bíligasta her og nú.

Lastføri (Load Index): Eitt tal (t.d. 91), ið vísir hvussu nógv kilo hvørt dekk kann bera. 91 merkir t.d. 615 kg.

https://www.quickpoint.dk/media/1014/loadindex-tabel.jpg

Mesta Ferð (Speed Index): Ein bókstavur (t.d. V), ið vísir hámarksferðina hjá dekkinum. V merkir upp til 240 km/t.

autopartner_dk_test_files_dk_cached___hastighedsindex.jpg (427×225)

Orkustig (Fuel): Skali frá A til E. A er best og sparir mest brennievni.

Regnstig (Wet Grip): Vísir bremsibreytina á vátum vegi. A er stytst og harvið tryggast.

Óljóð (Noise/dB): Hvussu nóv dekkið larmar uttanfyri. Lægri desibel (dB) gevur eina herligari og stillari koyring.

XL (Extra Load): Dekkið er styrkt til at bera meiri vekt (hægri lofttrýst) enn eitt vanligt dekk í somu stødd.

ELBIL (EVC): Hesi dekk eru ment serliga til el-bilar. Tey eru styrkt til tungu vektina hjá battarínum, hava minni rullimótstøðu fyri at leingja um koyrimarkið (range) og larma minni.

DOT-merking: Vísir nær dekkið er framleitt. T.d. 1224 merkir viku 12 í 2024. Eitt dekk er ein fersk-vøra; dekkið eigur sum høvuðsregla ikki at vera eldri enn 5-6 ár.

Lofttrýst: Tú eigur at kanna luftina regluliga. Skeivt trýst ger at dekkið slitnar skjótari og brúkar meira brennievni.

I nethandlinum vísa vit bert dekk, sum eru í mesta lagi 2 ár frá DOT.